Á Heykavegur
Handilstreytir
1. Generelt
Allar bíleggingar, sum verða gjørdar hjá JaTakkPortalinum, eru eisini undirlagdar handilstreytunum hjá einstaka handlinum. Hesar finnast á heimasíðuni hjá handlinum ella við beinleiðis fyrispurningi til handilin. Har ósamsvar er millum handilstreytirnar, eru tað handilstreytirnar hjá handlinum, sum eru galdandi.
2. Bílegging hjá JaTakkPortalinum
Bíleggingin, sum verður gjørd, er fyri JaTakkPortalinum óviðkomandi. Bindandi keypsavtalan fer fram millum kundan og tann handil, sum nýtir JaTakkPortalin. JaTakkPortalin skal sostatt einans metast sum miðlari millum partarnar.
Um ein gjaldsgateway er knýtt at vørunum hjá einstaka handlinum, verður hon eisini umsitin av handlinum. Tí skulu spurningar um gjald o.s.fr. vendast til einstaka handilin.
3. Prísir
Allir prísir eru við 25 % mvg og í donskum krónum, har einki annað er nevnt.
Fyrivarni verður tikið fyri:
• Valutabroytingum
• Force majeure
• Leveringssviki
• Avgjaldbroytingum
• Útseldum vørum og prentvillum
4. Søla generelt
Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum, er tann galdandi prísurin.
5. Levering
Levering er fyri JaTakkPortalinum óviðkomandi. Vit vísa tí til handilstreytirnar hjá handlinum.
6. Striking av bílegging
Um ynskt verður at strika eina bílegging, skal hetta gerast beinleiðis við einstaka handilin og er fyri JaTakkPortalinum óviðkomandi.
7. Í iva?
Um tað er eitt hvørt tú ivast í, viðmælur JaTakkPortalinurin at tú setur teg í samband við tí einkultu matstovuna/handilin.
8. Iðranarrættur
JaTakkPortalurin er einans formidlari ímillum seljara og keypara. Tískil er iðranarrætturin tengdur at treytunum hjá tí einkultu matstovuni/handlinum.
9. Gjald
Við bílegging verða pengarnir fyrst trektir við avheintan/avhendað av vøruni, tó ikki seinni enn 30 dagar eftir at bíleggingin er góðkend.
9.1. Gjald
Møguligu gjaldshættirnir eru:
• Visa
• Visa / Dankort
• Visa Electron
• MasterCard
• Maestro
• Kontant
10. Striking av bílegging
Í sambandi við strikan av einari bílegging, eigur hetta sum útgangsstøði at fara fram við at senda ein teldupost við heitinum “ Striking av bílegging” til a1@pe.fo. Her skal bíleggingartíðspunkt og ordranummar framganga. Hevur tú fingið eina ordraváttan við telduposti, kann hon sendast aftur til avsendara við tekstinum “ Striking av bílegging”. Við strikan av bílegging verða pengarnir sum útgangsstøði ikki goldnir aftur.
10.1. Iðranarrættur
Sum brúkari hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir á JaTakkPortalinum. Iðranarrætturin gongur út 14 dagar eftir dagin, tú hevur móttikið vøruna, ella fært síðstu vøruna í fysiska varðveitslu. Tú skalt innan 14 dagar frá móttøku boða handilinum frá, at tú ynskir at angra títt keyp. Boð skulu gevast við at senda ein teldupost til a1@pe.fo. Í tíni fráboðan skalt tú gera okkum greitt varug við, at tú ynskir at nýta angrarættin. Tú kanst ikki angra við bert at nokta móttøku av vøruni uttan samstundis at geva okkum greið boð um hetta.
11. Rættur til reklamatión
Reklamatiónsrætturin er 24 mánaðir.
12. Lóg og dómsvaldi
Hesar treytir eru undirlagdar lógum í Føroyum. Allir tvístøður, sum stinga seg upp undir ella í sambandi við hesar treytir, skulu verða viðgjørdir av dómstólunum í Tórshavn, Føroyum, sum hava einarættarligt dómsvaldi.
Eksternur persóndatapolitikkur
ALMENN UPPLÝSING
Við hesum persónsdátupolitikki vilja vit kunnað teg um, at JaTakkPortalin viðger persónsupplýsingar um teg. Viðgerðin fer fram við góðkenning frá tí dátuábyrgdara, sum selur vørur og tænastur á JaTakkPortalin. Samskiftisupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum eru niðanfyri í brotinum “Tíni rættindi”.
Niðanfyri fara vit stutt at lista ymisku persónsbólkarnar, sum vit viðgera persónsupplýsingar um, og hvussu viðgerðin fer fram í einstøku førunum.
Síðani fara vit at upplýsa teg um tíni rættindi og klagumøguleikar í sambandi við viðgerðina av tínum persónsupplýsingum.
Við at lesa henda persónsdátupolitikk verður tú kunnað/ur um fylgjandi:
Hvørjar upplýsingar verða viðgjørdar
Hvør viðgerð fer fram
Hvussu leingi viðgerðin fer fram
Hvørji rættindi tú hevur sum skrásett/ur
Hvønn tú kanst venda tær til hjá JaTakkPortalinum
Hvønn tú kanst klaga til, um tú ert ónøgd/ur við viðgerðina
PERSÓNSUPPLÝSINGAR
JaTakkPortalin viðger eina røð av upplýsingum um teg í sambandi við tína bílegging av vørum og tænastum. Í sambandi við bíleggingina verður tú sum útgangsstøði biðin um at lata navn og samskiftisupplýsingar. Endamálið við innsavningini er at fremja avheintan/levering í sambandi við uppfylling av tíni bílegging.
Tín teldupostbústaður verður innsavnaður, so vit kunnu senda bíleggingar- og/ella ordruváttanir, og fyri at tryggja, at dátuábyrgdarin kann seta seg í samband við teg við afturkalling av vørum ella trupulleikum við bíleggingini.
Títt telefonnummar verður innsavnað, so vit kunnu senda møguligar vouchers og við tørvi á samskifti millum dátuábyrgdaran og teg sum keypara – til dømis við afturkalling av vørum.
Við ordrum til levering verður tú eisini biðin um at fylla út tína adressu, so dátuábyrgdarin kann levera vøruna.
Um dátuábyrgdarin tekur ímóti online gjaldi, verður tú biðin um at gjalda online í sambandi við keypið. Um gjaldið fer fram við avheintan/levering, goyma vit sjálvandi ikki tínar gjaldsupplýsingar.
Omanfyri nevnda viðgerð ber við sær, at viðkomandi upplýsingar í sambandi við fakturering verða latnar til partar, sum eru við í sjálvari gjaldstransaktiónini, herundir m.a. peningastovn, kortútgevara o.s.fr.
Ordrar við online gjaldi verða goymdir í 5 ár á JaTakkPortalinum fyri at kunna skjalprógva keypið sambært bókføringslógini.
Ordrar uttan online gjald verða goymdir í 30 dagar eftir avhendingardato á JaTakkPortalinum.
Persónsupplýsingarnar verða viðgjørdar í sambandi við avgreiðslu av einstøku ordranum og kunnu síðani verða goymdar í fíggjar- og ordraskipanini hjá dátuábyrgdaranum við atliti til góðskustýring og kundatænastu, herundir reklamatiónir, umvælingar og endurbíleggingar.
Heimasíður hjá virkinum nýta cookies, sum skráseta IP-bústað, historikk o.l. við atliti til at bøta um brúkaraupplivingina og kanna atferðar mynstur til marknaðarføring. Tú kanst altíð velja cookies frá og strika longu goymdar cookies. Víst verður til cookiepolitikk á heimasíðuni.
Um broytingar verða í umfangi ella endamáli við viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, verður tú sjálvandi kunnað/ur.
SOSIALIR MIÐLAR
Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá tí einkultu matstovuni/handlinum, verða upplýsingar heintaðir, viðgjørdir og víðarigivnir. Hetta kemur av at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn osf) goyma cookies á tínari teldu/smartphone v.m.
Persónsupplýsingar verða brúktir av teimum sosialu miðlunum fyri at optimera lýsingar, sum eru rættaðar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá fyritøkuni. Herumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagir.
Persónsupplýsingar verða heintaðir óansæð um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki. Cookies verða goymdar og eru aktivar á tínari teldu/snildfon/teldli í 2 ár, uttan so tú sjálv/ur slettar cookies. Fyritøkan hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.
Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistikk amboð, sum fyritøkan kann brúka til at optimera kundaupplivingina á teimum sosialu miðlunum. Fyritøkan móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.
Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá fyritøkuni. Hann er at síggja á okkara heimasíðu.
TÍNI RÆTTINDI
Í samband við brúk av tínum upplýsingum, hevur tú fylgjandi rættindi:
- Rætt til at fáa innlit í teimum upplýsingum, sum eru heintaðar
- Rætt til at rætta tær upplýsingar, sum eru heintaðar
- Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati
- Rætt til at avmarka viðgerðina av teimum heintaðu upplýsingunum
- Rætt til at sletta tær heintaðu upplýsingarnar
Um tú vilt venda tær til matstovuna/fyritøkuna, skulu fylgjandi kontaktupplýsingar nýtast:
Á Heykavegur
Heykavegur 2
100 Tórshavn
CVR. 508535
KLAGUR
Um so er, at tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum uppýsingum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:
Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur:dat@dat.fo
